HØVUÐSEVNI | FÁ MEIRA BURTUR ÚR AT LESA Í BÍBLIUNI
Hvussu kann Bíblian geva tær eitt betri lív?
Bíblian er ein heilt serlig bók. Í henni eru ráð frá okkara skapara. (2. Timoteusarbræv 3:16) Tað, sum Bíblian sigur, kann virkuliga hjálpa okkum. Faktiskt sigur Bíblian: ’Guds orð er livandi og hevur kraft.’ (Hebrearabrævið 4:12) Bíblian hevur kraft til at hjálpa okkum at fáa eitt betri lív. Fyri tað fyrsta gevur hon okkum vegleiðing, sum kann hjálpa okkum í dagligdegnum, og fyri tað næsta kann hon hjálpa okkum at læra Gud og hansara lyfti at kenna. – 1. Timoteusarbræv 4:8; Jákupsbrævið 4:8.
Góð ráð at brúka í dagligdegnum. Bíblian kann hjálpa okkum upp á nógvar mátar. Hon gevur millum annað góð ráð um
okkara samband við onnur. – Efesusbrævið 4:31, 32; 5:22, 25, 28, 33.
okkara sálarligu og kropsligu heilsu. – Sálmur 37:8; Orðtøkini 17:22.
okkara moral. – 1. Korintbræv 6:9, 10.
okkara fíggjarstøðu. – Orðtøkini 10:4; 28:19; Efesusbrævið 4:28. *
Eini ung hjún í Asia eru øgiliga glað fyri góðu ráðini í Bíbliuni. Líkasum hjá nógvum øðrum nýgiftum pørum, kravdi tað nakað av teimum at laga seg eftir hvørjum øðrum og at tosa opið saman. Men tey byrjaðu at brúka tað, sum tey lósu í Bíbliuni. Hvat var úrslitið? Maðurin, Vicent, sigur: „Tað, sum eg lærdi í Bíbliuni, hjálpti mær at vísa kærleika, tá ið vit høvdu trupulleikar. At liva eftir Bíbliuni hevur givið okkum eitt gott hjúnaband.“ Kona hansara, Annalou, er samd: „Tað hevur hjálpt okkum at lesa um góðar fyrimyndir í Bíbliuni. Nú hava vit tað ordiliga gott saman, og tað følist væl at hava felags mál í lívinum.“
Lær Gud at kenna. Vicent nevnir ein annan fyrimun við bíbliulesing. Hann sigur: „Eg havi ongantíð følt meg so tætt knýttan at Jehova * sum nú.“ Bíblian kann altso hjálpa okkum at læra Gud at kenna. So tú fært ikki bara gagn av hansara ráðum, tú kanst eisini fáa hann sum vin. Og Bíblian gevur okkum vón um eina betri framtíð, eina tíð har tú kanst liva ’hitt sanna lívið’ um ævir. (1. Timoteusarbræv 6:19) Tað kann eingin onnur bók bjóða tær.
Um tú setur tær fyri at lesa í Bíbliuni og blívur við at gera tað, kanst tú eisini fáa eitt gott lív nú og eitt vinalag við Gud. So hvørt sum tú lesur í Bíbliuni, stinga fleiri spurningar seg sikkurt upp. Tá ið tað hendir, kanst tú gera sum etiopiski embætismaðurin, sum livdi fyri 2.000 árum síðani. Hann hevði nógvar spurningar um tað, sum hann las í Guds orði. Tá ið Filip, sum var ein av teimum fyrstu lærisveinunum hjá Jesusi, spurdi hann, um hann skilti tað, sum hann las, svaraði hann: „Hvussu skal eg kunna tað, uttan onkur vegleiðir meg?“ Eftir hetta tók embætismaðurin við gleði ímóti hjálp frá Filipi, sum dugdi væl at undirvísa. (Ápostlasøgan 8:30, 31, 34) Viss tú eisini hevur spurningar til tað, tú lesur, ert tú vælkomin at biðja um eitt ókeypis bíbliuskeið á www.dan124.com ella skriva til eina av adressunum, sum eru á okkara heimasíðu. Tú kanst eisini tosa við eitt Jehova vitni ella fara í ein ríkissal. Viss tú byrjar at lesa í Bíbliuni í dag, kann tað vera byrjanin til eitt betri lív.
Ivast tú í, um Bíblian er álítandi, so kanst tú hyggja at videonum Hvussu vita vit, at Bíblian er sonn? Far inn á jw.org og hygg undir BÓKASAVN > VIDEO > BÍBLIAN.
^ stk. 8 Fleiri dømi um, hvussu Bíblian kann hjálpa okkum, eru at finna á okkara heimasíðu jw.org. Hygg undir BÍBLIAN OG TÚ > SVAR UPP Á BÍBILSKAR SPURNINGAR.
^ stk. 10 Jehova er Guds navn sambært Bíbliuni.