Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

„Kærleiki Kristusar tvingar okkum.“ – 2Kor 5:14

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Fert tú at vera hjálparpionerur í mars ella apríl?

Fert tú at vera hjálparpionerur í mars ella apríl?

Hevur tú hug at gera meira í tænastuni fyri Jehova í tíðini kring minningarhøgtíðina? (2Kor 5:14, 15) Í mars og apríl kunnu hjálparpionerar velja, um teir vilja brúka 30 ella 50 tímar í boðanini. Um tú hevur møguleika fyri at vera við í hesi serligu tænastuni, kanst tú útfylla eina umsókn og geva tænastunevndini í samkomuni hana. Hvønn mánað verða nøvnini á teimum, sum verða góðkend sum hjálparpionerar, lisin upp fyri samkomuni. Tað gevur samkomuni møguleika fyri at stuðla teimum í boðanini. Latið okkum øll gera tað, vit kunnu, í tíðini kring minningarhøgtíðina fyri at blíva betri boðarar og fyri at uppmuntra hvønn annan. – 1Tess 5:11.