Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Tit foreldur – lærið børnini tað, sum tey hava brúk fyri at vita

Tit foreldur – lærið børnini tað, sum tey hava brúk fyri at vita

Vit liva í einum heimi, sum roynir at fáa okkum at halda, at ónt er gott og gott er ónt. (Es 5:20) Tíverri gera summi nakað, sum Jehova hatar, til dømis bera tey seg óhóskandi at saman við einum av sama kyni. Skúlavinir ella onnur royna kanska at fáa tykkara børn at gera, sum tey. Hvussu kanst tú fyrireika børnini, so tey klára slíkar royndir upp á ein góðan máta?

Lær børnini um normarnar hjá Jehova. (3Mós 18:3) Tú mást fortelja teimum, hvat Bíblian sigur um sex. Og tá er gott at hava í huga, hvussu gomul tey eru, og hvat tey eru før fyri at skilja. (5Mós 6:7) Spyr teg sjálvan: ’Havi eg lært míni børn, hvussu mann vísir kærleika upp á ein hóskandi máta, at tað er umráðandi at mann ikki gongur í avslørandi klæðum, og at ávís støð eru á kroppinum, sum onnur ikki skulu síggja ella nema við? Vita míni børn, hvat tey skulu gera, um onkur roynir at vísa teimum okkurt pornografiskt ella biður tey gera okkurt, sum Jehova sigur er skeivt?’ Vitan kann hjálpa teimum at sleppa undan nógvum trupulleikum. (Orð 27:12; Præd 7:12) Børnini eru ein dýrabar gáva frá Jehova, og tá ið tú upplærir tey, vísir tú, at tú elskar tey. – Slm 127:3.

HYGG AT VIDEONUM BYG ET HUS DER VIL BESTÅ – BESKYT DINE BØRN MOD DET DER ER ONDT, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:

  • Hví aftra summi seg við at læra børnini um sex?

  • Hví mugu foreldur upplæra børnini í „tykt og áminning Harrans“? – Ef 6:4

  • Vitan kann verja

    Hvat hevur samskipanin hjá Jehova givið foreldrum fyri at hjálpa teimum at tosa við børnini um sex? – w19.05-D 12, ramma

  • Hví mást tú tosa regluliga við børnini, áðrenn trupulleikar stinga seg upp?