GER FRAMSTIG Í BOÐANINI | FÁ STØRRI GLEÐI Í BOÐANINI
Hjálp tínum bíbliulestrarnæmingi at halda seg frá ringum felagsskapi
Skulu okkara bíbliulestrarnæmingar blíva vinir við Jehova, hava teir brúk fyri at vera saman við fólki, sum hjálpa teimum at gera tað, sum er rætt. – Slm 15:1, 4; Orð 13:20; lff-D partur 48; lv kap. 3.
Tá ið tú skalt hjálpa tínum næmingi at halda seg frá ringum felagsskapi, mást tú royna at skilja hann. Tað er kanska ringt hjá honum at lata vera við at vera saman við sínum vinum í heiminum. Tí er tað gott at vísa honum persónligan áhuga, eisini teir dagarnar tit ikki lesa. Tú kanst senda honum eitt sms, ringja til hansara ella fara inn á gólvið hjá honum. So hvørt sum næmingurin ger framstig, kanst tú bjóða honum at vera við, tá ið tú skalt vera saman við øðrum í samkomuni. So verður tað týðiligt hjá honum, at hann fær nógv meira, enn hann missir. (Mrk 10:29, 30) Og tú verður glaður, tá ið tú sært familjuna hjá Jehova blíva størri.
HYGG AT VIDEONUM HJÆLP DIN BIBELSTUDIEELEV TIL AT UNDGÅ DÅRLIGT SELSKAB, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:
-
Hvat er ringur felagsskapur? – 1Kor 15:33
-
Hvussu ímyndaði Lærke sær, at tað var at vera saman við teimum í samkomuni?
-
Hvussu hjálpti Nellie Lærke at fáa góðar vinir?