Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

26. februar – 3. mars

SÁLMUR 11-15

26. februar – 3. mars

Sangur nr. 139 og bøn | Innleiðandi viðmerkingar (1 min.)

DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI

1. Ímynda tær, at tú ert í Guds friðarliga nýggja heimi

(10 min.)

Í dag er nógvur harðskapur, tí menniskju ikki hava virðing fyri lógum og myndugleikum (Slm 11:2, 3; w06-D 15/5 18 stk. 3)

Vit kunnu líta á, at Jehova skjótt fer at gera enda á øllum harðskapi (Slm 11:5, NWT; wp16.4-D 11)

Tá ið vit hugsa um, at Jehova hevur lovað at frelsa okkum, verður tað lættari at vera tolin og bíða eftir tí nýggja heiminum (Slm 13:6; w17.08-D 7 stk. 15)

ROYN HETTA: Les Ezekiel 34:25, og brúka eina løtu upp á at ímynda tær, at tú ert á tí friðsæla staðnum, sum ørindið lýsir. – kr-D 236 stk. 16.

2. Andaligir gimsteinar

(10 min.)

  • Slm 14:1 – Hvussu kann hesin hugburðurin ávirka okkum? (w13-D 15/9 20 stk. 12)

  • Hvørjar andaligar gimsteinar hevur tú funnið í bíbliulesingini hesa vikuna?

3. Upplestur úr Bíbliuni

GER FRAMSTIG Í BOÐANINI

4. Byrja eitt prát

(2 min.) ÓFORMLIG BOÐAN. Bjóða honum, sum tú tosar við, á minningarhøgtíðina. (lmd partur 5, punkt 3)

5. Byrja eitt prát

(1 min.) HÚS ÚR HÚSI. Bjóða tí vitjaða á minningarhøgtíðina. (lmd partur 3, punkt 4)

6. Byrja eitt prát

(3 min.) HÚS ÚR HÚSI. Tann vitjaði vísir áhuga, tá ið hann fær innbjóðingina til minningarhøgtíðina. (lmd partur 7, punkt 4)

7. Ger lærisveinar

(5 min.) lff partur 13, Hvat hevur tú lært?, Greið frá og Mál. Brúka eina grein undir „Hygg at hesum“ til at hjálpa næminginum at skilja, hvat Gud heldur um falskan átrúnað. (th venjing 12)

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Sangur nr. 8

8. „Vísdómur er betri enn vápn“

(10 min.) Orðaskifti.

Harðskapurin bara versnar í øllum heiminum. Jehova veit, at tað kann gera okkum ótrygg at síggja harðskap ella sjálvi at uppliva tað. Hann veit eisini, at vit hava brúk fyri verju. Ein máti, hann verjir okkum upp á, er gjøgnum sítt orð, Bíbliuna. – Slm 12:6-8.

Bíblian inniheldur vísdóm, sum er „betri enn vápn“. (Præd 9:18) Hugsa um, hvussu hesar meginreglurnar í Bíbliuni kunnu verja okkum ímóti harðskapi.

  • Præd 4:9, 10 – Ver ikki einsamallur, har sum tað er ótrygt at vera

  • Orð 22:3 – Legg altíð merki til, hvat gongur fyri seg rundan um teg, tá ið tú ert almenn støð

  • Orð 26:17 – Blanda teg ikki uppí, tá ið onnur skeldast um okkurt, sum tú einki hevur við at gera

  • Orð 17:14 – Far avstað, viss tað sær út til, at fólk blíva harðlig. Og halt teg burtur frá fólkum, sum savnast fyri at mótmæla

  • Luk 12:15 – Set ikki lívið í váða fyri at verja tað, sum tú eigur

Vís VIDEOIÐ Efterlign dem der havde tro, ikke dem der manglede tro – Enok, ikke Lemek. Set síðani henda spurningin:

Hvussu hjálpti tað pápanum at hugsa um Enok, tá ið hann upplivdi harðskap? – Heb 11:5

Tað kann koma fyri, at ein tænari hjá Jehova følir, at tað er neyðugt at verja seg sjálvan, sína familju ella heimið hjá sær. Í eini slíkari støðu, er tað viktigt at gera alt, mann kann, fyri ikki at taka lívið av nøkrum. – Slm 51:16; sí „Spurningar frá lesarunum“ í Vakttorninum frá juli 2017.

9. Átakið í sambandi við minningarhøgtíðina byrjar leygardagin 2. mars

(5 min.) Fyrilestur. Ein elsti stílar fyri. Fortel, hvat er lagt til rættis í sambandi við átakið, serfyrilesturin og minningarhøgtíðina. Minn boðararnar á, at teir kunnu vera hjálparpionerar við at brúka 15 tímar í boðanini í mars og apríl.

10. Samkomubíbliulestur

Endaligar viðmerkingar (3 min.) | Sangur nr. 40 og bøn