LÍVIÐ SUM KRISTIN
Tú kanst gera familjuna glaðari
Jehova vil, at familjur skulu vera glaðar og hava tað gott. (Slm 127:3-5; Præd 9:9; 11:9) Allíkavæl kunnu vit missa gleðina, av tí at heimurin stressar okkum, ella av tí at onkur í okkara familju ger okkurt mistak. Men vit kunnu øll gera nakað fyri, at okkara familja verður glaðari. Hvussu gera vit tað?
Ein maður ærir konu sína. (1Pæt 3:7) Hann brúkar tíð saman við henni. Hann væntar ikki meira av henni, enn hon megnar, og hann vísir, at hann er glaður fyri alt tað, sum hon ger fyri hann og familjuna. (Kol 3:15) Hann fortelur henni, at hann elskar hana og rósar henni. – Orð 31:28, 31.
Ein kona ger tað, sum hon kann, fyri at stuðla manninum. (Orð 31:12) Hon samstarvar við hann og virðir hann, tí hann er høvdið í familjuni. (Kol 3:18) Hon tosar pent við hann og eisini um hann. – Orð 31:26.
Foreldur brúka tíð saman við børnunum. (5Mós 6:6, 7) Tey fortelja teimum, at tey elska tey. (Mt 3:17) Tey eru kerlig og rímilig, tá ið tey upplæra børnini. – Ef 6:4.
Børn æra og akta foreldrini. (Orð 23:22) Tey fortelja foreldrunum um sínar tankar og kenslur. Tey lurta eftir foreldrunum og vísa teimum virðing. – Orð 19:20.
HYGG AT VIDEONUM STYRK GLÆDEN I DIN FAMILIE, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGINUM:
Hvat gjørdi hvør einstakur í familjuni fyri at gleða hini?