Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Bjóða okkara gestum vælkomnum

Bjóða okkara gestum vælkomnum

Vit vænta nógvar gestir, 12 milliónir ella fleiri, á minningarhøgtíðina 23. mars. Tey fáa nógv gott at hoyra, tá ið talarin greiðir frá stóru gávuni, sum Jehova hevur givið við endurloysingini. Tey fara eisini at hoyra um signingarnar, sum menniskju fáa í framtíðini. (Es 11:6-9; 35:5, 6; 65:21-23; Jóh 3:16) Men talarin er ikki tann einasti, sum gevur teimum nakað gott hetta serliga kvøldið. Vit kunnu til dømis øll vera við til at bjóða okkara gestum hjartaliga vælkomnum. (Ró 15:7) Her eru nøkur uppskot.

  • Set teg ikki bara niður og bíða til møtið byrjar, men heilsa upp á gestirnar og tey óvirknu og bjóða teimum vælkomnum. Minst til at smíla hjartaliga

  • Tað er gott, at tú serliga hugsar um tey, sum tú sjálvur hevur bjóðað, men hav eisini eyga fyri øðrum, sum eru komin, tí tey hava fingið eina innbjóðing í átakinum. Bjóða teimum at sita hjá tær, og lat tey fylgja við í tínari bíbliu og sangbók

  • Ver til reiðar at svara spurningum, tá ið fyrilesturin er liðugur. Er tíðin knøpp, tí ein onnur samkoma skal brúka hølini, kanst tú avtala við viðkomandi at vitja hann nakrar dagar seinni. Um tú ikki hevur hansara adressu ella telefonnummar, kanst tú siga: „Eg kundi hugsað mær at hoyrt, hvat tú helt um fyrilesturin. Hvussu kann eg koma í samband við teg?“