LÍVIÐ SUM KRISTIN
Hjálp tíni familju at minnast Jehova
Jeremias var biðin um at ávara jødarnar um eina komandi oyðing, tí teir høvdu gloymt Jehova Gud. (Jer 13:25) Hvussu var tjóðin komin í eina so syrgiliga andaliga støðu? Familjur í Ísrael vóru vorðnar andaliga veikar. Familjuhøvdini fylgdu eftir øllum at døma ikki leiðbeiningini frá Jehova, sum stendur í 5. Mósebók 6:5-7.
Andaliga sterkar familjur styrkja okkara samkomur í dag. Eitt, sum familjuhøvd kunnu gera fyri at hjálpa sínari familju at minnast Jehova, er at hava eitt gevandi og læruríkt teokratiskt familjukvøld regluliga. (Slm 22:28) Svara hesum spurningum, tá ið tú hevur sæð filmin „Disse ord ... skal du have i dit hjerte“ – Interviews med familier:
-
Hvussu hava summar familjur klárað avbjóðingar í sambandi við Teokratiska familjukvøldið?
-
Hvussu gagnar tað at hava eitt gevandi og læruríkt teokratiskt familjukvøld regluliga?
-
Hvat haldi eg kann vera ringt í sambandi við Teokratiska familjukvøldið, og hvat kann eg gera við tað?