Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Soleiðis gerst tú ein betri boðari – Lær næmingin at fyrireika seg

Soleiðis gerst tú ein betri boðari – Lær næmingin at fyrireika seg

HVÍ ER TAÐ UMRÁÐANDI? Tá ið næmingurin fyrireikar seg, skilur og minnist hann betur tað, sum vit læra hann. Meira hann skilur og minnist, skjótari ger hann framstig. Eisini eftir dópin hevur hann tørv á at fyrireika seg til møtini og boðanina, so hann kann halda seg ’vaknan’. (Mt 25:13) At duga at studera og at gera tað til ein góðan vana fer tí at gagna næminginum alt lívið. Vit eiga frá byrjan at hjálpa okkara næmingi at fáa sær til vana at fyrireika seg til bíbliulesturin.

SOLEIÐIS GERT TÚ:

  • Ver ein góð fyrimynd. (Róm 2:21) Fyrireika teg til hvønn lestur við næminginum í huga. (km 11/15 3) Vís honum, hvussu tú hevur strikað undir í tínum lestrartilfari

  • Eggja honum til at fyrireika seg. Tá ið lesturin er komin í fasta legu, skalt tú greiða honum frá, at fyrireiking er ein partur av bíbliulestrinum og fer at gagna honum. Gev honum góð ráð um, hvussu hann kann fáa tíð at fyrireika seg. Fyri at vísa næminginum, at tað er ein fyrimunur at fyrireika seg, hava nakrir lærarar givið næminginum sítt undirstrikaða lestrartilfar at hyggja í undir einum lestri. Rósa honum, tá ið hann fyrireikar seg

  • Vís honum, hvussu hann kann fyrireika seg. Í fyrstani brúka nakrir lærarar alla tíðina, sum ein lestur varir, til at vísa næminginum, hvussu hann kann fyrireika seg