„Vakið!“
Hóast Jesus við líknilsinum um tær tíggju moyggjarnar sipaði til sínar salvaðu lærisveinar, er boðskapurin galdandi fyri øll kristin. (w15-D 15/3 12-16) „Vakið tí! Tit vita jú hvørki dagin ella tíman.“ (Mt 25:13) Dugir tú at greiða frá líknilsinum hjá Jesusi?
-
Brúðgómurin (ørindi 1) – Jesus
-
Tær klóku moyggjarnar, sum eru til reiðar (ørindi 2) – Salvað kristin, sum eru til reiðar at fullføra sína uppgávu í trúfesti og skína sum ljós líka til endan (Flp 2:15)
-
Rópið: „Brúðgómurin kemur“ (ørindi 6) – Prógv um Jesu nærveru
-
Tær óklóku moyggjarnar (ørindi 8) – Salvað kristin, sum fara ímóti brúðgóminum, men ikki verða verandi vakin og trúføst
-
Tær klóku moyggjarnar nokta at geva av síni olju (ørindi 9) – Eftir at tey trúføstu salvaðu eru endaliga innsiglað, er tað ov seint hjá teimum at hjálpa nøkrum, sum eru blivin trúleys
-
’Brúðgómurin kom’ (ørindi 10) – Jesus kemur at halda dóm móti endanum á stóru trongdini
-
Tær klóku moyggjarnar fara í brúdleypið saman við brúðgóminum, og hurðin verður latin aftur (ørindi 10) – Jesus savnar síni trúføstu salvaðu til himmals, men tey trúleysu missa sína himmalsku løn