Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

GER FRAMSTIG Í BOÐANINI | FÁ STØRRI GLEÐI Í BOÐANINI

Bið Jehova hjálpa tær

Bið Jehova hjálpa tær

Tað er Jehova, sum fær eitt sannleiksfræ at festa røtur og vaksa í einum hjarta. (1Kor 3:6-9) So um boðanin hjá okkum skal eydnast væl, mugu vit lata Jehova hjálpa okkum og okkara bíbliulestrarnæmingum.

Bið Jehova um at hjálpa tínum næmingum at klára tað trýstið, teir eru fyri, og tær avbjóðingarnar, teir hava. (Flp 1:9, 10) Ver ítøkiligur. Bið um, at heilagi andin skal leiða tínar tankar og gerðir. (Luk 11:13) Lær tínar næmingar at biðja, og eggja teimum til at gera tað. Bið saman við teimum og fyri teimum, og nevn teir við navni.

HYGG AT VIDEONUM OPLEV GLÆDEN VED AT GØRE ANDRE TIL DISCIPLE – TAG IMOD JEHOVAS HJÆLP – BØN, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:

  • Hvørja avbjóðing hevði Nellie í sambandi við bíbliulesturin við Lærke?

  • Hvussu hjálpti tað, sum stendur í 1. Korintbrævi 3:6, Nellie?

  • Hvussu kláraði Nellie avbjóðingina?