GER FRAMSTIG Í BOÐANINI | FÁ STØRRI GLEÐI Í BOÐANINI
Lær tín bíbliulestrarnæming at studera sjálvur
Viss okkara bíbliulestrarnæmingar skulu læra Jehova væl at kenna og blíva búgvin kristin, hava teir brúk fyri meira enn tað, vit undirvísa teimum í. (Heb 5:12 – 6:2) Teir mugu eisini læra at studera sjálvir.
Vís teimum frá byrjanini av, hvussu teir skulu fyrireika seg til bíbliulesturin, og eggja teimum til at gera tað. (mwb18.03 6) Eggja teimum til at biðja, áðrenn teir studera. Hjálp teimum at finna og brúka tey ymisku elektronisku lestraramboðini. Greið frá, hvussu teir kunnu finna nýtt tilfar á jw.org og JW Broadcasting®. Lær teir so við og við at lesa í Bíbliuni hvønn dag, at fyrireika seg til møtini og at finna svar upp á sínar spurningar. Hjálp teimum at hugsa um tað, sum teir læra.
HYGG AT VIDEONUM HJÆLP DIN BIBELSTUDIEELEV TIL AT STUDERE SELV, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:
-
Hvussu hjálpti Nellie Lærke at skilja, at tað at studera er meira enn at finna svarini til spurningarnar?
-
Hvussu bleiv Lærke sannførd um, at tað er rætt av Jehova at forbjóða seksuellum ómorali?
-
Hvat gekk upp fyri Lærke í sambandi við tað at meditera?