DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI
Hvat kunnu vit læra av søguni um eina misskiljing?
Ættirnar, sum búðu eystan fyri Jordan, bygdu eitt stórt altar (Jos 22:10)
Hinar ættirnar ákærdu tær fyri at vera trúleysar (Jos 22:12, 15, 16; w06-D 15/4 5 stk. 3)
Ættirnar, sum vórðu ákærdar, svaraðu milt, og tað forðaði fyri einum blóðbaði (Jos 22:21-30; w08-D 15/11 18 stk. 5)
Hvat lærir henda frásøgan okkum um, hvussu vit skulu reagera, viss vit verða ákærd fyri okkurt, vit ikki hava gjørt? Og um hvussu viktigt tað er, at vit ikki gera eina niðurstøðu uttan at hava allar upplýsingar? – Orð 15:1; 18:13.