LÍVIÐ SUM KRISTIN
Ven tínar sansar at skilja millum gott og ilt
Ein ítróttamaður má venja regluliga fyri at halda sínar førleikar við líka. Vit mugu eisini blíva við at venja okkara sansar at skilja millum gott og ilt. (Heb 5:14) Vit hava kanska lyndi til at taka tær somu avgerðirnar sum onnur, men tað er umráðandi, at vit hugsa sjálvstøðugt og taka okkara egnu avgerðir. Hví? Tí vit skulu hvør sær standa til svars fyri tær avgerðir, vit taka. – Róm 14:12.
Tað er ikki ein sjálvfylgja, at vit taka góðar avgerðir, bara tí vit hava verið doypt í nógv ár. Skulu vit taka góðar avgerðir, mugu vit líta fult og fast á Jehova, hansara orð og hansara samskipan. – Jos 1:7, 8; Orð 3:5, 6; Mt 24:45.
HYGG AT VIDEONUM „BEVAR EN GOD SAMVITTIGHED“, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:
-
Hvørja avgerð skuldi Emma taka?
-
Hví skulu vit ikki siga, hvat vit sjálvi halda, tá ið tað kemur til samvitskuspurningar?
-
Hvørji góð ráð fekk Emma frá einum hjúnum?
-
Hvar fann Emma upplýsingar, sum hon kundi brúka í sínari støðu?