Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Hav altíð Jehova í huga

Hav altíð Jehova í huga

Viss vit hava ilt við at finna arbeiði, kann tað vera ein avbjóðing hjá okkum at søkja Guds ríki og hansara rættvísi fyrst. Vit verða kanska freistað at taka eitt arbeiði, sum ger tað ringt at tæna Jehova ella sum ikki samsvarar við meginreglurnar í Bíbliuni. Men vit kunnu vera vís í, at Jehova „er sterkur í at hjálpa teimum, sum heilhjartað eru við Honum“. (2Kr 16:9) Einki kann forða okkara góða faðir í at hjálpa okkum og syrgja fyri, at vit fáa tað, vit hava brúk fyri. (Róm 8:32) So tá ið vit skulu taka avgerðir í sambandi við arbeiði, mugu vit líta á Jehova og seta tænastuna fyri hann á fremsta plássið. – Slm 16:8.

HYGG AT VIDEONUM ARBEJD MED HELE DIN SJÆL FOR JEHOVA, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:

  • Hví vildi Jason ikki taka ímóti mutri?

  • Hvussu kunnu vit brúka ráðini í Kolossebrævinum 3:23?

  • Hvussu ávirkaðist Thomas av góða atburðinum hjá Jasoni?

  • Lat Jehova ávirka tínar avgerðir, og hvussu tú livir

    Hvussu kunnu vit brúka meginregluna í Matteus 6:22?