LÍVIÐ SUM KRISTIN
Boða tey góðu tíðindini um ein betri heim
Í november fara vit at gera nógv burtur úr at boða tey góðu tíðindini um ein betri heim. (Slm 37:10, 11; Opb 21:3-5) Legg tína tíð soleiðis til rættis, at tú kanst vera so nógv við sum gjørligt í átakinum. Viss tú meldar teg sum hjálparpionerur henda mánaðin, kanst tú sjálvur velja, um tú vilt brúka 30 ella 50 tímar í boðanini.
Finn eitt bíbliuørindi um tann nýggja heimin, og les tað fyri so nógvum sum gjørligt. Tá ið tú velur eitt bíbliuørindi, skalt tú hugsa um, hvat riggar væl í tínum øki. Um onkur vísir áhuga á fyrstu vitjanini, kanst tú bjóða honum Vakttornið nr. 2 2021. Set teg í samband við viðkomandi aftur, so skjótt sum til ber, og royn at byrja eitt bíbliuskeið við heftinum Eitt gott lív nú og í allar ævir. Vit blíva øll so glað, tá ið vit gera okkara besta fyri at boða tey góðu tíðindini. – Es 52:7.
HYGG AT VIDEOLAGNUM TÁ IÐ ALT VERÐUR NÝTT, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:
-
Hvørja fantastiska framtíð ímyndar tann lítla gentan sær?
-
Hvat gleðir tú teg serliga til í nýggja heiminum?
-
Hvussu kann tað at hugsa um vónina, hjálpa tær at vera nógv við í átakinum í november? – Luk 6:45