LÍVIÐ SUM KRISTIN
Brúka Eitt gott lív nú og í allar ævir í boðanini
Sum tað er gott, at vit hava fingið eitt nýtt hefti og eina nýggja bók til at leiða bíbliulestrar! Vit biðja Jehova signa okkara tænastu, so vit kunnu gera nógv fleiri fólk til lærisveinar. (Mt 28:18-20; 1Kor 3:6-9) Hvussu brúka vit hesi nýggju amboðini?
Bíbliuskeiðið Eitt gott lív nú og í allar ævir er ein heilt nýggjur máti at undirvísa upp á, so fylg hesum ráðunum, tá ið tú fyrireikar teg til og leiðir bíbliulestrar. *
-
Les tilfarið, og tosa um spurningarnar
-
Les ørindini, har tað stendur „les“, og hjálp næminginum at skilja, hvat vit kunnu læra av teimum
-
Hygg at videonum, og brúka spurningarnar, sum standa í tilfarinum, til at tosa um tað
-
Royn at gjøgnumganga ein heilan part hvørja ferð
Tá ið tú ert í boðanini, skalt tú byrja við at bjóða heftið fyri at vita, hvussu áhugað fólk eru. (Sí rammuna „ Hvussu bjóða vit heftið Eitt gott lív nú og í allar ævir á fyrstu vitjan?“) Um tit blíva liðug at lesa heftið saman, og næmingurin hevur hug at halda fram, kanst tú geva honum bókina og byrja við parti 04. Viss tú lesur bøkurnar Hvat lærir Bíblian? ella ’Haldið tykkum í kærleika Guds’ við onkrum, skalt tú skifta til bókina Eitt gott lív nú og í allar ævir og gera av, hvar tit skulu byrja í henni.
HYGG AT VIDEONUM VÆLKOMIN Á BÍBLIUSKEIÐ, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:
-
Hvat fara næmingar at læra í nýggju bókini?
-
Hví er tað gott at vísa nýggjum næmingum hetta videoið?
-
Hvørji mál skalt tú hjálpa næminginum at seta sær og røkka so við og við, sum tit lesa bókina? – Sí yvirlitið „ Endamál og mál í hvørjum høvuðsparti“
^ stk. 4 GEV GÆTUR: Sjálvt um tú ikki noyðist at gjøgnumganga tilfarið undir „Hygg at hesum“, tá ið tú studerar við einum næmingi, mást tú taka tær stundir at lesa og hyggja at tilfarinum, meðan tú fyrireikar teg. So fært tú eina hóming av, hvat hóskar serliga væl til næmingin. Í elektronisku útgávuni eru leinki til videoini og eykatilfarið.
ENDAMÁL OG MÁL Í HVØRJUM HØVUÐSPARTI |
|||
---|---|---|---|
PARTARNIR |
ENDAMÁL |
MÁL TIL NÆMINGIN |
|
01-12 |
At hugsa um, hvussu Bíblian kann hjálpa tær, og hvussu tú kanst læra Gud at kenna |
Eggja næminginum til at lesa í Bíbliuni, fyrireika seg til bíbliuskeiðið og koma á møti |
|
13-33 |
At hugsa um, hvat Gud hevur gjørt fyri okkum, og hvussu vit skulu tilbiðja hann |
Hjálp næminginum at fáa hug til at fortelja øðrum um sannleikan og at blíva boðari |
|
34-47 |
At finna út av, hvat Gud væntar av teimum, sum tilbiðja hann |
Gev næminginum hug at víga sítt lív til Jehova og lata seg doypa |
|
48-60 |
At finna út av, hvussu tú kanst halda fram at vera vinur við Gud |
Lær næmingin at skilja millum rætt og skeivt og at gera andalig framstig |