Far beinleiðis til innihaldið

Góð ráð til familjuna

Henda greinarøðin gevur familjum góð og praktisk ráð úr Bíbliuni. a Hygg undir Hjúnaband og familja fyri at síggja fleiri greinar til familjur.

a Nøkur nøvn í hesi greinarøðini eru broytt.

Hjúnaband

Hvussu verður tú meira tolin?

Tá ið tvey ófullkomin menniskju giftast, fara ymiskir trupulleikar at stinga seg upp. Tol hevur alstóran týdning, um hjúnabandið skal vera gott.

Hvussu kunnu maður og kona vísa hvørjum øðrum kærleika?

Hvussu kunnu maður og kona vísa, at tey veruliga eru góð við hvørt annað? Her eru fýra uppskot, sum eru grundað á meginreglur í Bíbliuni.

Hvussu kann eg lata vera við at taka arbeiðið við heim?

Fimm góð ráð kunnu hjálpa tær at finna javnvág millum arbeiði og familjulív.

Hvat kunnu tit gera, tá ið tit eru ósamd?

Hvussu kunnu hjún loysa ósemjur og varðveita friðin?

Hvussu fært tú tamarhald á tínari vreiði?

Bæði tað at øsa seg og at halda vreiðini aftur kann skaða heilsuna. So hvat kanst tú gera, tá ið makin irriterar teg?

Samskifti

Brúkið tíð saman

Nógv hjún føla ikki, at tey tosa nokk saman, sjálvt um tey eru saman. Hvussu kunnu tey fáa mest møguligt burtur úr tíðini?

Hvussu tryggja tit tykkum, at tøkni ikki fær ov stóran týdning?

At brúka telefonir ella líknandi kann antin styrkja ella skaða hjúnabandið. Hvussu ávirkar tøkni títt hjúnaband?

Barnauppaling

Hvat eiga foreldur at vita um barnaansing?

Set tær sjálvum fýra spurningar fyri at finna út av, um eitt ansingartilboð er gott fyri barnið hjá tær.

Skal eg lata sonin ella dóttrina fáa eina snildfon?

Set tær sjálvum hesar spurningar fyri at finna út av, um tú og sonurin ella dóttirin eru til reiðar at taka hesa ábyrgdina á tykkum.

Lær børnini at brúka snildfonina við skili

Sjálvt børn, sum vita eina rúgvu um tøkni, hava brúk fyri, at foreldrini læra tey at brúka eina snildfon upp á ein skilagóðan máta.

Tit mugu verja tykkara børn ímóti pornografi

Tað er kanska lættari, enn tit halda, hjá børnum at koma fram á pornografi. Hvat skulu tit vita, og hvussu kunnu tit verja tykkara børn?

Hvussu hjálpir tú børnunum, um tey verða bangin av tíðindunum?

Foreldur kunnu gera ymiskt, so børnini ikki verða skelkað av tíðindunum. Hvat?

Hvussu kanst tú hjálpa børnunum, tá ið tey keða seg?

Her er okkurt, tú kanst hugsa um, tá ið børnini noyðast at vera inni og einki hava at gera.

Hvussu hjálpir tú børnunum at klára mótgang?

Øll gera mistøk. Lær børnini at síggja støðuna í røttum ljósi og hjálp teimum at finna loysnir.

Hvussu hjálpir tú barninum at klára seg betur í skúlanum?

Hvussu finnur tú orsøkina til vánaligar karakterir, og hvussu kanst tú geva barninum hug at læra?

Hvat skal eg gera, um sonurin ella dóttirin verður happað?

Fýra ráð, sum kunnu hjálpa tær at læra sonin ella dóttrina, hvat hann ella hon kann gera.

Hvussu ávirkar hjúnaskilnaður børn?

Summi halda, at tað altíð er betri fyri børnini, at foreldrini verða skild, men kanningar vísa, at tað kann vera ringt fyri tey.

Tit mugu tosa við børnini um sex

Børn eru yngri og yngri, tá ið tey hoyra og síggja okkurt um sex. Hvat er gott at vita, og hvussu kunnu tit verja tykkara børn?

Tosa við børnini um rúsdrekka

Nær og hvussu skulu foreldur tosa við børnini um hetta týðandi evnið?

At uppala tannáringar

Tá ið tú ikki kanst líta á tannáringin hjá tær

Hugsa ikki alt fyri eitt, at tannáringurin ger uppreistur. Tað ber til at byggja álitið upp aftur.

Hvussu kanst tú geva børnunum ráð og leiðbeining?

Hví hendir tað ofta, at børn knýta seg til sínar javnaldrar, heldur enn til foreldrini?

Skulu børnini hjá mær sleppa at brúka sosialar miðlar?

Fýra spurningar kunnu hjálpa tær at velja rætt.

Hvussu kann eg læra mínar tannáringar at brúka sosialar miðlar við skili?

Hjálp soninum ella dóttrini at sleppa undan vandunum.