Sangur 11
Gleð hjarta Jehova!
1. Vit lova vís at akta teg
og altíð fylgja tínum veg,
so bróðir mennir bróður sín
til, Gud, at gera vilja tín.
2. Tú valdi skilagóðan træl
at tæna fólki tínum væl.
Hann ber í røttu tíð á borð
tann mat, ið gagnast væl, títt orð.
3. Um andi tín er okkum hjá,
so verður tænastan ein trá.
Vit bera ávøkst tær til prís
og gleða hjarta títt sum vís.
(Sí eisini Matt. 24:45-47; Luk. 11:13; 22:42.)