Sangur 76
Jehova, Gud friðarins
1. Jehova, friðar Gud
og um ævir kærleiks Gud,
hevði bert tín góði friður
fallið menniskjum í lut.
Vit leita ráð hjá tær,
ið við soninum kom nær,
vilja fegin fáa friðin,
tann, sum einans fæst frá tær.
2. Øll verðin søkir frið,
roynir helst á skeivum mið,
sáar ilt og heystar verri,
lítið kemur rætt á glið.
Men vit, ið søkja teg,
finna frið á tínum veg,
halda fegin givin lyfti,
biðja: ’Gud, tín vilji ske.’
3. Tín góði andi var
tann, ið altíð visti svar,
lýsti væl, har myrkur ráddi,
gjørdi okkum verndargarð.
Sum sirmið sílar inn,
fellur friður tín á sinn,
verjir hjartað, sissar tankan,
turkar sorgartár av kinn.
(Sí eisini Sl. 4:9; Fil. 4:6, 7; 1 Tess. 5:23.)