Sangur 72
Latið okkum vaksa í kærleika
1. So fegin vildu vit fingið lut
í øllum dygdum, tú eigur, Gud.
Tín stóri kærleiki lýsir teg,
við honum vísir tú okkum veg.
At duga væl og at nýta skil
er gott, men als onga nyttu til,
um sjálvur kærleikin kólnaði,
og andans ávøkstur følnaði.
2. Nei, vitið einans slær ikki til,
skal verkið fremjast, sum Harrin vil.
Ein kristin eigur í kærleika
at læra onnur Guds sannleika.
Hann elskar seyðin og hjálpir tí,
sum hevur trongdir og tógvið stríð.
Vit kenna væl, tá vit eru veik,
at sannur kærleiki aldri sveik.
(Sí eisini Jóh. 21:17; 1 Kor. 13:13; Gal. 6:2.)