Sangur 115
Signaði vegurin
1. Les og gleð teg um Harrans orð,
hav á degi og nátt
vísu ráð hans í huganum,
lær teg tað, ið er gott.
Lat tað lýsa tær vegin fram,
lat tað hugtaka teg.
(NIÐURLAG)
Les og grunda á Harrans orð,
bið hann leiðbeina teg,
hann kann lætta tey tungu spor,
signa allan tín veg.
2. Áður setti Jehova Gud
kongi Ísraels treyt
um at skriva Guds lóg, so hann
aldri sáttmálan breyt.
’Les í lógini dag um dag,
eg skal signa tín veg!’
(NIÐURLAG)
Les og grunda á Harrans orð,
bið hann leiðbeina teg,
hann kann lætta tey tungu spor,
signa allan tín veg.
3. Lesur tú nú Guds orð hvønn dag,
fært tú ugga og mót,
sinnið sissast, og friður Guds
fær í hjartanum rót.
Tak tað til tín og búnast væl,
gakk, har Gud leiðir teg.
(NIÐURLAG)
Les og grunda á Harrans orð,
bið hann leiðbeina teg,
hann kann lætta tey tungu spor,
signa allan tín veg.
(Sí eisini 5 Mós. 17:18; 1 Kong. 2:3, 4; Sl. 119:1; Jer. 7:23.)