Sangur 82
Tak eftir spakføri Kristusar
1. Tó Jesus var størstur av monnum á fold,
var als eingin hugmóð í hjarta hans told.
Í ætlanum Guds fekk hann mætasta sess,
við spakføri gjørdist hann búgvin til tess.
2. ’Tit troyttu og maktaðu, komið til mín,’
hoyr Jesus, ið blíðmæltur talar til tín.
Hann bjóðar tær ok, sum er gagnligt og lætt,
og leiðir teg mildur, har lendið er slætt.
3. Tæn øðrum, royn ikki at vinna tær makt,
tí vit eru brøður, tað er okkum sagt.
Sum lovað fær eyðmjúkur æviga løn,
og takk fái Gud, at hann svaraði bøn.
(Sí eisini Matt. 5:5; 23:8; Orðt. 3:34; Róm. 12:16.)