Vit gleðast alla tíð
Tak niður:
1. Við klárum stjørnum prýddi tú
alt hválvið á nátt.
Og náttin bleiv til ljósan dag,
tú sást, alt var gott.
Av kærleika tað bláa hav
og grønan vøll tú okkum gav,
tað gleddi teg, Gud.
(NIÐURLAG)
Tað, tú skapti, vekur gleði,
og vit fegnast dag frá degi,
um at frelsan nú er nær.
Men tað allarbesta, faðir,
er at tæna tær í ævir,
tí í tær vit verða frí
og gleðast alla tíð.
2. Tú veitst, hvat okkum tørvar, Gud,
tú gavst okkum alt.
Sjálvt ævinleikan hevur tú
í hjørtunum fjalt.
Alt byrjaði so sera væl,
at liva tá var mest sum spæl,
ber gleði hvønn dag.
(NIÐURLAG)
Tað, tú skapti, vekur gleði,
og vit fegnast dag frá degi,
um at frelsan nú er nær.
Men tað allarbesta, faðir,
er at tæna tær í ævir,
tí í tær vit verða frí
og gleðast alla tíð.
(BRÚGV)
Tó gleðin varð av ongum
uttan Jesus, tín son.
Hann læt sítt lív og keypti okkum
gleði og lív alla tíð.
(NIÐURLAG)
Tað, tú skapti, vekur gleði,
og vit fegnast dag frá degi,
um at frelsan nú er nær.
Men tað allarbesta, faðir,
er at tæna tær í ævir,
tí í tær vit verða frí
og gleðast alla tíð.
(NIÐURLAG)
Tað, tú skapti, vekur gleði,
og vit fegnast dag frá degi,
um at frelsan nú er nær.
Men tað allarbesta, faðir,
er at tæna tær í ævir,
tí í tær vit verða frí
og gleðast alla tíð.
(Les eisini Slm. 37:4; 1. Kor. 15:28.)