Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Sangur 142

Vit vitna fyri øllum menniskjum

Vit vitna fyri øllum menniskjum

(1 Timoteus 2:4)

  1. Jehova velja vit til fyrimynd,

    sum uttan fordóm elskar alskyns fólk.

    Hann sendir boð um frelsu út til øll,

    vil savna tey til sín í tryggan bólk.

    (NIÐURLAG)

    Gud sær hug og hjartalag,

    ikki skap og andlitsdrag,

    um frelsuna hvørt mansbarn hoyra má.

    Ongan mannamun ger Gud,

    eingin er við skerdan lut,

    hann bjóðar øllum vinalag at fá.

  2. Tað ger als ongan mun, hvar nakar býr,

    hvat mál hann tosar, ella hvør hann er.

    Alt, hjartað goymir, sær Jehova væl,

    hann varnast eyðmjúkt sinn og reina gerð.

    (NIÐURLAG)

    Gud sær hug og hjartalag,

    ikki skap og andlitsdrag,

    um frelsuna hvørt mansbarn hoyra má.

    Ongan mannamun ger Gud,

    eingin er við skerdan lut,

    hann bjóðar øllum vinalag at fá.

  3. Jehova tekur at sær ein og hvønn,

    sum vendir við og biður hann um ráð.

    Tað vita vit, tí fara vit nú út

    í víðu verð og siga øllum frá.

    (NIÐURLAG)

    Gud sær hug og hjartalag,

    ikki skap og andlitsdrag,

    um frelsuna hvørt mansbarn hoyra má.

    Ongan mannamun ger Gud,

    eingin er við skerdan lut,

    hann bjóðar øllum vinalag at fá.