Er New World Translation álítandi?
Fyrsti parturin av New World Translation kom út á enskum í 1950. Av tí at hon í støðum víkur frá øðrum bíbliuumsetingum, hava summi ivast í, um New World Translation a er álítandi. Niðanfyri sæst, hvørjar orsakirnar til frávikini ofta eru.
Hon er grundað á álítandi handrit. New World Translation er grundað á nýggjasta granskingararbeiðið og á tey mest álítandi gomlu handritini. Fleiri aðrar umsetingar, til dømis King James Version frá 1611, vóru grundaðar á handrit, sum í mongum førum ikki vóru líka nágreinilig og gomul sum tey, ið New World Translation er grundað á.
Hon heldur seg til upprunatekstin. New World Translation strembar eftir at endurgeva upprunaboðskapin frá Gudi so nágreiniliga sum møguligt. (2. Timoteusarbræv 3:16) Nógvar bíbliuumsetingar halda seg ikki neyvt til boðskapin frá Gudi, men fylgja heldur menniskjaskaptum siðvenjum; eitt nú hava tær skift Guds navn, Jehova, um við heiti sum Harri ella Gud.
Hon er so orðarøtt sum gjørligt. Í mun til fríar umsetingar endurgevur New World Translation upprunatekstin orðarætt, um tað ber til, uttan at orðalagið verður ónatúrligt ella ógreitt. Tá ið Bíblian verður umsett frítt, kann avleiðingin vera, at hon verður ávirkað av persónligum meiningum, og at týdningarmiklir smálutir ikki koma við.
Munurin á New World Translation og øðrum umsetingum
Bøkur, sum ikki eru við. Rómverskkatólska kirkjan og ortodoksa kirkjan hava í sínum bíblium nakrar bøkur, sum nevnast apokrýfisku bøkurnar. Men hesar bøkurnar roknaðu jødarnir ikki millum sínar heilagu bøkur, og tað er vert at leggja til merkis, at nettupp teir sambært Bíbliuni høvdu fingið ’orð Guds litið upp í hendur’. (Rómbrævið 3:1, 2) Tí eru apokrýfisku bøkurnar av røttum ikki við í New World Translation og ei heldur í nógvum øðrum nútímans bíbliuumsetingum.
Vers, sum ikki eru við. Summar umsetingar hava sett vers og orðingar í tekstin, sum ikki standa í teimum elstu bíbliuhandritunum. b Slíkt er ikki tikið við í New World Translation. Nógvar nútímans umsetingar leypa antin hesi uppískoytini um ella viðganga, at tey ongan stuðul fáa frá teimum mest viðurkendu keldunum.
Øðrvísi orðingar. Orð fyri orð umsetingar kunnu vera ógreiðar ella villleiðandi. Til dømis verða orðini hjá Jesusi í Matteus 5:3 umsett: „Sæl eru hini fátæku í anda.“ (Umseting eftir Victor Danielsen.) Nógv halda, at orðarætta endurgevingin „fátæku í anda“ er ógreið, og onnur halda, at Jesus við hesum vísti, at tað er gott at vera eyðmjúkur ella fátækur. Men tað, sum Jesus meinti, var, at vit verða lukkulig, tá ið vit ásanna, at vit hava brúk fyri leiðbeining frá Gudi. New World Translation sigur nágreiniliga frá, hvat hann meinti, og skrivar „tey, sum ásanna, at tey hava ein andaligan tørv“. – Matteus 5:3. c
New World Translation fær góð ummæli frá bíbliuserfrøðingum, sum ikki eru Jehova vitni
Bíbliuumsetarin og granskarin, Edgar J. Goodspeed, skrivaði í einum brævi, dagfest 8. desember 1950, soleiðis um New World Translation of the Christian Greek Scriptures: „Eg eri áhugaður í tykkara heimsumfatandi trúboðaravirksemi, og mær dámar sera væl umsetingina, tí hon er natúrlig, ærlig og livandi. Eg kann vátta, at hon speglar nógvan góðan og álvarsaman lærdóm.“
Allen Wikgren, professari á universitetinum í Chicago, vísti til New World Translation sum dømi um eina umseting á nútímans máli, sum í staðin fyri at brúka orðingar úr øðrum umsetingum ofta hevur „sjálvstøðugar og góðar endurgevingar“. – The Interpreter’s Bible, bind 1, síða 99.
Bretski bíbliuummælarin, Alexander Thomson, skrivaði í sínum ummæli av New World Translation of the Christian Greek Scriptures: „Umsetingin ber brá av, at dugnalig og serkøn fólk hava lagt seg eftir at fáa so nógv sum møguligt av upprunameiningini í grikska tekstinum fram á tí enska málinum.“ – The Differentiator, apríl 1952, síða 52.
Hóast rithøvundurin, Charles Francis Potter, gjørdi vart við nakrar fáar, eftir hansara tykki, óvanligar endurgevingar, segði hann: „Ónavngivnu umsetararnir hava avgjørt endurgivið tey bestu handritini, bæði griksk og hebraisk, við hegni og dugnaskapi.“ – The Faiths Men Live By, síða 300.
Hóast Robert M. McCoy helt, at New World Translation bæði hevði løgnar og framúr góðar orðingar, segði hann eftir at hava kannað hana: „Umsetingin av Nýggja testamenti prógvar, at rørslan [Jehova vitni] eigur málkøn fólk, sum hegnisliga eru før fyri at greiða teir nógvu trupulleikarnar, ið stinga seg upp í sambandi við bíbliuumseting.“ – Andover Newton Quarterly, januar 1963, síða 31.
Professarin, S. MacLean Gilmour, var ósamdur í nøkrum av endurgevingunum í New World Translation, men viðurkendi tó, at umsetararnir „høvdu óvanliga gott innlit í grikskt mál“. – Andover Newton Quarterly, september 1966, síða 26.
Thomas N. Winter, lektari, skrivaði í sínum ummæli av tí partinum av New World Translation, sum er brúktur í Kingdom Interlinear Translation of the Greek Scriptures: „Umsetingin hjá tí ónavngivnu nevndini er fullkomiliga tíðarhóskandi, regluføst og neyv.“ – The Classical Journal, apríl/mai 1974, síða 376.
Benjamin Kedar-Kopfstein, professari úr Ísrael og serfrøðingur í hebraiskum, segði í 1989: „Í mínari málgransking í sambandi við hebraisku bíbliuna og umsetingar av henni brúki eg ofta ensku útgávuna av New World Translation. Og eg havi ferð eftir ferð fingið staðfest, at hetta verkið ber brá av, at umsetararnir ærliga hava strembað eftir at skilja tekstin so væl, sum til ber.“
Jason David BeDuhn, sum er lektari í gudfrøði, greinaði níggju stórar enskar umsetingar, og grundað á tað arbeiðið skrivaði hann: „NW [New World Translation] vísti seg at vera tann mest nágreiniliga av teimum, sum vóru samanbornar.“ Hóast almenningurin og eisini nógvir bíbliugranskarar hugsa, at frávikini í New World Translation eru eitt úrslit av átrúnaðarligum fordómum hjá umsetarunum, sigur BeDuhn: „Tey flestu frávikini koma av, at NW er neyvari, við tað at hon umsetir orðingarnar hjá teimum, ið skrivaðu Nýggja testamenti, neyvt og orðarætt.“ – Truth in Translation, síðurnar 163, 165.
a Upplýsingarnar í hesi greinini galda enskar útgávur av New World Translation, sum komu út áðrenn endurskoðaðu útgávuna frá 2013.
b Sí til dømis umsetingarnar eftir Victor Danielsen og Dahl/Viderø. Versini, sum eru løgd aftrat, eru Matteus 17:21; 18:11; 23:14; Markus 7:16; 9:44, 46; 11:26; 15:28; Lukas 17:36; 23:17; Jóhannes 5:4; Ápostlasøgan 8:37; 15:34; 24:7; 28:29; og Rómbrævið 16:24. King James Version og Douay-Rheims Version hava eina orðing í 1. Jóhannesarbrævi 5:7, 8, sum stuðlar tríeindarlæruni. Orðingin varð løgd aftrat fleiri hundrað ár eftir, at Bíblian var skrivað.
c Umsetingin hjá J. B. Phillips endurgevur orð Jesusar á líknandi hátt og skrivar „tey, sum vita, at tey hava brúk fyri Gudi“, og The Translator’s New Testament skrivar „tey, sum vita, at tey hava ein andaligan tørv“.