Virða Jehova vitni aðrar trúarbólkar?
Vit fylgja bíbilska ráðnum um at ’virða øll’ – uttan mun til hvørja trúgv tey hava. (1 Pætur 2:17, Dahl/Viderø) Í summum londum búgva til dømis fleiri hundrað túsund Jehova vitni. Kortini royna vit ikki at fáa politikarar ella lóggevarar at avmarka ella banna virksemið hjá øðrum trúarbólkum. Vit royna heldur ikki at fáa lógir samtyktar, sum høvdu álagt øðrum at liva og trúgva sum vit. Nei, vit virða onnur og eru takksom fyri, at tey eisini virða okkum. – Matteus 7:12.