Høgtíð til minni um deyða Jesusar
Leygardagin 12. apríl 2025
Jehova vitni minnast deyða Jesusar eina ferð um árið. Tað gera tey, tí Jesus segði: „Gerið hetta til minni um Meg!“ – Lukas 22:19.
Tú ert hjartaliga vælkomin!
Mangan spurt
Hvussu leingi varir minningarhøgtíðin?
Hon varir umleið ein tíma.
Hvar verður hon?
Set teg í samband við Jehova vitni fyri at fáa fleiri upplýsingar.
Kostar tað nakað?
Nei.
Verður nøkur pengainnsavning?
Nei.
Hvussu skal mann vera ílatin?
Ongar reglur eru fyri, hvussu fólk skulu vera ílatin, men Jehova vitni royna sjálv at fylgja ráðunum í Bíbliuni um at vera sømiliga ílatin og at vísa virðing. (1. Timoteusarbræv 2:9) Tað er ikki neyðugt at vera í dýrum ella øgiliga fínum klæðum.
Hvussu gongur minningarhøgtíðin fyri seg?
Møtið byrjar og endar við sangi og bøn. Ein bíbilskur fyrilestur verður hildin, sum snýr seg um, hvussu stóran týdning deyði Jesusar hevur, og hvussu vit kunnu fáa nyttu av tí, sum Gud og Jesus hava gjørt fyri okkum.
Fleiri upplýsingar eru í greinini „Hví halda Jehova vitni ikki kvøldmáltíð Harrans á sama hátt sum aðrir trúarbólkar?“
Nær verður minningarhøgtíðin komandi árini?
2025: Leygardagin 12. apríl
2026: Hósdagin 2. apríl